Nevndin hevur gjørt hesa skrá fyri 2023/24

Nevndin hevur gjørt hesa skrá fyri 2023/24

Føroyingafelag á Lollandi og Falster

ðu tit øll!

Nevndin hevur gjørt hesa skrá fyri 2023/24

Fehmarn: Mikudagin tann 16. august fara vit og vitja Fehmarn byggiarbeiði.

Vit hava fingið fólk at greiða okkum frá stórarbeiðnum, sum fyrigongur millum Fehmarn og Rødbyhavn.

Kl. 15 møtast vit í Rødbyhavn.

Tit frætta meira seinni.

Jólaborð: Jólaborðið verður leygardagin tann 25. november.

Aftur í ár hava vit jólaborð við føroyskum og donskum mati.

Hallur Joensen, country kongurin í Føroyum kemur og syngur og spælir fyri okkum.

Tit frætta meira seinni.

Vit byrja við at eta ræst kjøt og súpan.

Tit frætta meira seinni.

Limagjald: Minnist til at gjalda limagjald fyri 2023. Tað er framvegis 100 kr.

Mobilpay: 795616 ella Regnr. 9570 konto. 13110867.

Heimasíðan: https://fflolland.dk

Vinarliga:

Nevndin í Føroyingafelagnum á Lollandi og Falster

Følg os:
Facebooktwitterlinkedininstagramflickrfoursquaremail