Indlæser Begivenheder

« Alle Begivenheder

  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Ólavsøku í Føroyahúsinum

28.juli 2023:08:00 - 17:00 CEST

SUMMARFRÍ OG ÓLAVSØKA
Góðu viðskiftafólk,
Føroyahúsið fer í summarfrí í kvøld, 30. juni og letur upp aftur fyri gestum við eini spennandi skrá fyri heystið, mánadagin 14. august, har m.a. týsdagsdøgverðar, syngið við, málskeið, bindikafe, lesibólkur, pubbkvissir, konsertir, basarur, bingo, loppumakrnaðir, barnatiltøk og annað gott verður á skrá, eins feløgini eisini taka upp virksemið sítt aftur.
Hóast kaffistovan ikki letur upp fyrr enn 14. august, er leiðarin at hitta, tvs skrivstovan er opin, á info@fohus.dk og á tlf. 28 35 33 07 frá mánadegnum 24. juli.
Sjálvsagt hava vit siðvenjuni vant eitt rimmar Ólavsøkuhald í húsinum fríggjadagin 28. juli við føroyskum smyrjibreyði, drekkivørum, Guðstænastu í Mariukirkjuni, røðum, tónleiki, sangi, kappróðri á stórskíggja, fiskibrunni til børnini v.m.m. Øll eru vælkomin á Ólavsøku í Keypmannahavn, og tiltakið er ókeypis.
Vit gleða okkum at síggja tykkum, bæði á Ólavsøku og í húsinum eftir frítíðina.
Njótið summarið ❤
Bestu heilsur,
Føroyahúsið.
Følg os:

Detaljer

Dato:
28.juli 2023
Tidspunkt:
08:00 - 17:00 CEST