Lóg fyri Føroyskt felag á Lollandi og Falster

Logo

Lóg fyri Føroyskt felag á Lollandi og Falster

§ 1. Navn felagsins er Føroyskt felag á Lollandi og Falster. Stovnað í Nakskov 19. november 1971.

§ 2. Øll, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, kunnu gerast limir í felagnum.

§ 3. Aðalmál felagsins er at savna limirnar og onnur áhugað til føroysk tiltøk. Tað er felagsins skylda at kunna um Føroyar og føroysk viðurskifti.

§ 4. Aðalfundur verður hildin eina ferð um árið í fyrsta kvartali. Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundinum skal limagjaldið vera goldið. Aðalfundurin verður lýstur í minsta lagi 14 dagar frammanundan við hesi skrá:

  1. Frágreiðing frá farna ári.

  2. Grannskoðaður roknskapur framlagdur

  3. Val av nevnd og 2 tiltakslimum.

  4. Val av 2 grannskoðarum og 1 tiltakslimi.

  5. Ásetan av limagjaldi.

  6. Annað.

§ 5. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara.

Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár. Maka ár verða 2 limir valdir inn, og støk ár verða 3 limir valdir inn.

§ 6. Roknskaparárið er frá 1. januar til 31.desember.

§ 7. Formaður og kassameistari mynda felagið. Hvør sær ella í felag.

§ 8. Kallað verður saman til eykaaðalfundar, tá nevndin heldur hetta vera neyðugt, ella um 10 limir felagsins skrivliga krevja tað. Eykaaðalfundurin verður lýstur á sama hátt sum aðalfundurin.

§ 9. Nevndin skal longu í desember mánaði senda eina skrá yvir fundir og tiltøk í komandi ári út til allar limirnar.

§ 10. Felagið kann avtakast, um ⅔ av limunum atkvøða fyri tí á aðalfundi ella eykaaðalfundi. Verður felagið avtikið, fella ognir tess til Føroyahúsið í Keypmannahavn.

Henda lóg er samtykt á fundi í Nakskov 19. november 1971. Seinast broytt á eykaaðalfundi í Sakskøbing tann 7.mars 2015.