Aðalfundurin 2019

Aðalfundur 2019 hjá

Føroyskt felag á Lollandi og Falster

 

Ein stutt frásøgn um okkara aðalfund.

Samandráttur

Leygardagin 26/1-19 kl. 11 høvðu vit aðalfund í Føroyinga Felag LF í Tambougården í Sakskøbing.

Fram eru møtt 22 limir, – vit byrja við at syngja “Veturin kom við kulda og kava”.

Formaðurin (Villi) fær orðið og hann greiður frá, hvat vit hava tykist við í farna ári.

Hann fortelur um tað væleydnaða og vælumtókta jólaborðið við føroyskum viðskera sum vit fara at hava aftur í ár og leggur dent á hvussu gott tað er, at limirnir eru so góðir til at møta upp og studla felagið.

Hetta ger okkara arbeiði so nógv meira hugaligt.

Hann fortelur eisini um tað føroyska flaggið ” Merkið”, um hvussu tað varð gjørt í Kbh. í árinum 1919. –

Sostatt eru tað 100 ár síðani í ár og ætlanin er at heiðra tað í summar. Dagurin er settur til 2. juni í Kbh.

Her í okkara felag ætla vit eisini at minnast hettar og vit fara tíð at halda ein hugnadag í augustmánað.

Jórun leggur roknskapin fram. Fíggjarstøðan er góð og alt er greitt og klárt avrikað, ongar atfinningar.

Vit hava eitt yvirskot upp á 2400 kr.

Nevndin, tiltaksnevndarlimir og grannskoðarar vórðu øll afturvald.

 

  1. Formaður…………………………………………………: Villi Hansen
  2. Næstformaður………………………………………….: Erhard Olsen
  3. Kassameistari………………………………………….: Jórun Joensen
  4. Skrivari……………………………………………………:  Ása Hansen
  5. Nevndartiltakslinur…………………………………..: Magna Auðunsson
  6. Nevndartiltakslinur…………………………………..: Óluva Albertsen

  1. Granskoðari……………………………………………..: Beinta Eriksen
  2. Granskoðari……………………………………………..: Magna Auðunsson
  3. Granskoðartiltakstlimur…………………………….: Daphne Mittun Munk

 

Limagjaldið er framvegis 100 kr um árið fyri hvønn.

Tosað verður um ymiskt: Hvussu vit kunnu fáa bíligari og betri kjøt til okkara Ræstkjøtaveitslu.

Hvussu vit kunnu reklamera fyri at fáa fleiri limir. – Her á LF eru óivað fleiri føroyingar sum ikki koma í okkara felag. Hví??

Vit enda fundin við at syngja “Tú alfagra land mítt”.

Síðani fara vit til bords og eta knettir og knettisúpan. Omaná fáa vit kaffi og karamellir.
Hugna okkum saman inntil umleið kl 16.

Nevndin sigur takk til tykkum  øll sum komu.

Heilsa Ása

 

Erhard tók nakrar mindir til aðalfundin..klik her..

 
Print Friendly, PDF & Email
Facebook

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Leave the field below empty!