SKRÁ FYRI ÓLAVSØKUAFTAN Í FØROYAHÚSINUM 28.07.23

SKRÁ FYRI ÓLAVSØKUAFTAN Í FØROYAHÚSINUM 28.07.23

 

 

Kl. 14.00 – 15.00: Guðstænasta í Mariukirkjuni á Istedgade. Borgny Brünings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn prædikar.

Kl. 15.00 – 02.00: Farið verður niðan í Føroyahúsið, har møguleiki verður fyri at keypa smyrjibreyð við føroyskum viðskera. Eisini verður kalt, heitt og søtt til keyps í kaffistovuni.

Kl. 15.00 – 17.00: Fiskibrunnur fyri børnini.

Kl. 15.30 – 21.00: Lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum.

Kl. 15.45: Martin Fjallstein heldur røðu og setur ólavsøkuna í Føroyahúsinum.

Kl. 16.00: Felagssangur. Vit syngja úr sangheftinum, Tórshavnar kommuna hevur sett saman til ólavsøkuhaldið í Havn.

Kl. 16.00 – 18.00: Kappróðurin verður stroymdur uppi í skúlastovuni.

Kl. 18.00: Ólavsøkuheilsanin frá Heðini Mortsensen, borgarstjóri í Havn verður stroymd uppi í skúlastovuni.

Kl. 19.00: Felagssangur. Vit syngja úr sangheftinum, Tórshavnar kommuna hevur sett saman til ólavsøkuhaldið í Havn.

Kl. 20.00: Farið verður upp á gólv.

Kl. 21.00: Lutaseðlarnir verða drignir.

Kl. 22.00 – 02.00: Mikkel Thomas Christensen spælir til dans.

Allan dagin verður høvið at njóta málningaframsýningina hjá Ellindi Egilstrøð, ið Listafelagið í Keypmannhavn hevur skipað fyri.

HUGNALIGASTA BYGDIN Í KEYPMANNAHAVN
Følg os:
Facebooktwitterlinkedininstagramflickrfoursquaremail

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.