Skrá fyri 2018.

 

Føroyingafelag á Lollandi og Falster 2018

 

 

 

Góðu tit øll!

Nevndin hevur gjørt hesa skrá fyri 2018.

————————————————————————

Ræstkjøtaveitsla:

Leygardagin tann 17. mars hava vit ræstkjøtaveitslu í Tambourgården í Sakskøbing.

Borðreitt verður við ræstari súpan, røstum kjøti og eplum og omaná fáa vit kaffi og lagkøku. Aftaná borðhaldi spæla vit banko.

Kostnaður verður 350 kr. fyri hvønn fyri mat og drekkivørur. Veitslan byrjar kl. 13 og boðið frá til ein av nevndini í seinasta lagi 12. mars.

————————————————————————–

Summartúrur:

Mikudagin tann 6. juni kl. 10.30 eru vit boðin at vitja Psykiatrisk Museum Oringe í Vordingborg.

Beinta Eriksen er ferðaleiðari og greiður hon frá hesum sinnissjúkrahúsi.

Tað kostar 40 kr. at koma inn á Oringe.

Adressan er: Færgegaardsvej15, 4760 Vordingborg.

Aftaná fáa vit okkum ein bita á Borgcentret.

Boðið frá til ein av nevndini í seinasta lagi 1. juni.

———————————————————————-

Jólahald:

Leygardagi tann 24. november hava vit jólaborð í Sakskøbing. Ætlanin er í ár at hava føroyskan viðskera, og sostatt fáa tit at vita seinni, hvat vit skulu eta og hvat tað kostar.

Boðið frá í seinasta lagi 19. november.

————————————————————————

Stað:

Tambourgården í Sakskøbing finnur tú á:

P. Hansensvej 10, 4990 Sakskøbing

Heimasíðan: http://fflolland.dk

Limagjald:

Minnist til at gjalda limagjald fyri 2018. Tað er framvegis 100 kr. fyri hvønn.

Regnr. 0693 Kontonr. 0000436208 ella Mobilpay: 29 65 50 82

Tilmelding:

Ruth……..: 30 33 62 22

Ása……….: 21 68 54 26

Erhard….: 29 44 93 95

Jórun……: 29 65 50 82

Villi………: 30 91 54 76

E-mail: vilhjalmur@post.tele.dk

Vinarliga nevndin.

 

 

 

Føroyingafelag á Lollandi og Falster 2018

 

 

Print Friendly, PDF & Email