So er borðreitt

50 ára føðingardagurin

So er borðreitt

Føðingardagurin hjá okkara felag bleiv ein rimmar góður dagur. Vit vórðu eini 15-20 til reception og aftaná vóru vit eini gott 40 til balli aftaná. Borgny prestur helt eina góða gudstænastu og hvar tað bleiv sungið “Tíðin rennur sum streymur í á” og sum passaði væl til stóra dagin hjá okkara felag.

Síðani var fari til borðs og har  má sigast, at har var alt sum ein føroyingur sum hevur heima í Danmark leingist eftir av og á.  Sum man kann síggja á myndinum var tað gjørir ein “plattur” við øllum tí føroyska matinum. Tað riggaði stak væl.

Aftan borðhaldi sang og spældi Stanley  fyri okkum. Har var ikki eitt eyða turt. Hann kann sítt kram. Rimmar konsert.  Takk fyri Stanley 🙂 

Røðirnar vóru nógvar og góðar, so alt íalt ein sera góður dagur.

50 ára føðingardagur hjá Føroyskt felag á Lollandi og Falster

Stanley Samuelsen

Ein eitt sindur stuttlig mynd fra 50 ára haldinum. Skógvarnir hjá Ruth kláraðu tað ikki. Sendi henni eitt oyra, so hon ikke skal ganga skóleys restina av árininum 🙂   

Facebook
Total Page Visits: 231 - Today Page Visits: 5

4 kommentarer

  1. Tillukku við tykkara føroyska felagið. Vit – Húsakórið háríðarhildu okkara 50-ára føðingardag 6.Nov. Góða veitslu

  2. HÁLVTRÝSS ára gildið hjá FØROYINGAFELAGNUM á LOLLANDI & FALSTER.
    Hetta vikuskiftið ​fylti tað lokala føroyska felagið á teimum føgru Suðurhavsoyggjunum hálvthundrað ár.
    Felagið var stovnað í Nakskov tann 19. november 1971 av 22 eldhugaðum fólkum, sum skjótt fingu víðkað limaskaran til yvir 40 fólk.
    Summi búðu og búgva framvegis á Suðursjællandi um Vordingborg/Næstved-leiðina.
    Fyrsti formaður var Ragnar Johansen, sum var lærari í Nakskov.
    Núverandi formaður er fv. lærarin, Vilhjálmur Hansen, sum býr í Sakskøbing, og har var veitslan eisini hildin í teimum hugnaligu bátahølunum við Sakskøbing fjørð.
    Tað var avgjørt pulserandi grøði í felagslívinum, tá tann lollandska fylkingin varð stovnað.
    Fá ár frammanundan var Ballerup-felagið stovnað og Tað føroyska felagið á Fyn varð stovnað samstundis sum tað lollandska felagið.
    Meðan Ballerupfelagið tíverri næstan er við at leggja árarnar inn, Hvidovrefelagið er heilt farið, Neystafelagið í Ishøj stríðist við sín eksistens og “Tvørábáturin” bara anir, so trívist Tað lollendska felagið væl og kundi tí halda eina stórsligna veitslu við sløkum 50 fólkum.
    Man legði fyri við receptión, har bæði fjar og lokal fólk fagnaðu felagnum við gávum og orðum.
    Presturin við Hans Egede kirkju í Kjøpinhavn helt guðstænastu í bátahølunum fyri innbodnum receptionistum
    Tann føroyski umboðsmaðurin í Kjøpinhavn bar eisini felagnum holla kvøðu.
    Seinni varð stórfingið borðhald við føroyskum mati til tey nationalu og kálvakjøti til hini.
    Eg havi ongantíð sæð so ovurhonds nógvar rokaðar stórskálir við sera vælsmakkandi súrepla-kaku, verða bornar inn í eina gildishøll, og tær vóru tøkar, bæði við receptiónina og omaná døgurðan.
    Stanley Samuelsen og Erhard Olsen spældu dúgliga afturvið rættiliga Corona-djørvum sangi.
    At Villi Hansen og hansara knáu hjálparfólk í tí lollendsku leiðsluni kunnu halda eina so stórfingna 50 ára veitslu, er eitt bragd, og øll leiðslan við Villa á odda eigur tí stóra takk fyri eitt sera vælskipað og hugnaligt gildi, sum vísir, at tann føroyski aktiviteturin á Suðurhavsoyggjunum livir væl og blómstrar sterkari enn nakra aðrastaðni eystan fyri Stóra Belt.
    Takk til ta lollendsku stjórnina fyri eitt stimbrandi og kultiverað symposion!
    Virgar T. Dalsgaard

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.