Aðalfundurin í ár bleiv avgreiddur sum ein aðalfundur skal vera.
Einans tríggir limir møttu upp til fundin, so má man siga er í minna lagi.
So saman við nevndini vóru vit 8 limir í alt
Erhard bleiv valdur til fundarstjóra
Erhard bjóðaði vælkomin til aðalfundin, og síðani fekk formaðurin Villi Hansen orðið
Formaðurin greiddi frá undan farna árið.
Tað hava verið 4 tiltøk í 2023 og tey vóru øll væleydnað.
Serliga jólaborði var væleydnað við Hallur sum tað heilt stóra trekk plástri.
Aftan á fundin bleiv borðreitt við knettum og budingi.
So alt í alt eitt gott ár í Føroyskt felag á Lollandi og Falster
Administrator
Navn felagsins er Føroyskt felag á Lollandi og Falster. Stovnað í Nakskov 19. november 1971. Øll, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, kunnu gerast limir í felagnum.