Kæru limir,
Nevndin bjóðar hervið øllum limum til árliga aðalfundin / generalforsamlingen í Føroyskt felag á Lollandi og Falster.
📅 Dato: 28/02‑2026
🕒 Tidspunkt: kl. 13.00
📍 Adresse: Maltrup Vænge 38, 4990 Sakskøbing
Innkomin mál:
Mál, sum limir ynskja viðgjørd á aðalfundinum, skulu sendast til formannin í seinasta lagi
ein vika áðrenn fundin.
✉️ Formandens mail:
vilhjalmur@post.tele.dk
Vit vóna at síggja nógv fólk – bæði gomul og nýggj andlit.
Aðalfundurin er ein góður møguleiki at seta dám á felagið, koma við hugskotum og vera við í felags arbeiðinum.
Vinaliga
Nevndin
Føroyskt felag á Lollandi og Falster
Administrator
Navn felagsins er Føroyskt felag á Lollandi og Falster. Stovnað í Nakskov 19. november 1971. Øll, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, kunnu gerast limir í felagnum.