Nevndin inni á Sendistovuni Føroya í Keypmannahavn
Ein av uppgávunum hjá sendistovuni er at røkja sambondini við føroysk útisetafeløg.Hesi feløg gera eitt megnar arbeiði at skapa samanhald millum føroyingar í Danmark og samstundis kunna um og birta áhuga fyri Føroyum.Eitt av hesum feløgum er Føroya Felagið Lolland Falster, og til 50-ára hátíðarhald teirra í fjør, varð sendimaðurin Jóannes V. Hansen boðin at flyta fram røðu.Í dag vóru umboð fyri felagið til miðmála, har tey eisini vóru kunnað um virksemið og karmarnar hjá sendistovuni.Sendistovan takkar fyri eina sera góða vitjan og ynskir Føroya Felagið Lolland Falster góðan byr.






