Føroyskt felag á Lollandi og Falster

Seinasta freist!

28. februar 2026 · Aðalfundur

Nú er tað veruliga, heilt ordiliga og uttan nakað tvætl seinasta møguleiki at melda seg til Aðalfundin hjá Føroyskum Felag á Lollandi og Falster.

Um tú longu hevur meldað teg til: frálíkt, tú ert eitt menniskja við framúrskarandi dømievni.

Um tú ikki hevur meldað teg til enn: ja, so veitst tú heilt einfalt ikki, hvat tú fert at ganga glipp av. Vit tosa um ein dag, har felagsskapur, føroyskur hugni, góð prát og kanska onkur, sum sigur: “hví gera vit ikki hetta oftari?”

Har verður prátað, avgjørt, hugnað og kanska eitt sindur kjakast — men á tann góða, føroyska mátan, har øll fara heim í betri lag enn tá tey komu.

Fái tykkum meldað til, áðrenn tað er ov seint. Vit gleða okkum til ein hugnaligan, innihaldsríkan og kanska eitt sindur óvæntaðan dag saman.
Melda teg til nú

About the Author

Føroyskt felag á Lollandi og Falster.

Administrator

Navn felagsins er Føroyskt felag á Lollandi og Falster. Stovnað í Nakskov 19. november 1971. Øll, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, kunnu gerast limir í felagnum.

Henda síðan er víst 39

Like this:

Like Loading...