KÍ hevur í dag framt størsta føroyska avrikið nakrantíð í evropeiskari kapping fyri lið. 

Hetta hendi, tá ið KÍ vann ein sannførandi 3-0 sigur á ungarska meistaraliðnum Ferancvaros á útivølli í Groupama Aréna í Budapest. 

KÍ avgjørdi alt í fyrra hálvleiki, tá ið fyrst Árni Frederiksberg legði KÍ á odda við brotssparki, tá ið bert átta minuttir vóru leiktir. 

Árni Frederikseberg stóð eisini fyri 2-0 málinum, tá ið 32 minuttir vóru leiktir, tá ið hann hann setti bóltin í netið eftir eina góða fríspæling frá Deni Pavlovic. 

Og í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki, megnaði Ferancvaros-málverjin ikki at halda einum skoti frá Luc Kassi, og so var 3-0.

KÍ-leikararnir vardu manniliga í seinna hálvleiki, og sigurin var ongantíð í vanda. 

KÍ skal nú spæla móti svenska liðnum Häcken úr Gøtuborg í øðrum umfari í Champions League.

KJELDA: Kringvarp Føroya

https://kvf.fo/greinar/2023/07/19/ki-basti-ungarsku-meistarunum


https://kvf.fo/netvarp/uv/2023/07/20/dalet-export-1611593

 

About the Author

Føroyskt felag á Lollandi og Falster.

Administrator

Navn felagsins er Føroyskt felag á Lollandi og Falster. Stovnað í Nakskov 19. november 1971. Øll, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, kunnu gerast limir í felagnum.

Henda síðan er víst 87

Like this:

Like Loading...