Ólavsøkuhald


Begivenhedsdetaljer

Denne begivenhed sluttede den 29 juli 2021


Føroyskt felag á Lollandi og Falster

 

Kæru limir!

Nevndin hevði fund í vikuni, og samdust vit um at halda Ólavsøku nú tey flestu eru koppsett.

 

Boðið verður tí til Ólavsøkuhald tann 29. juli kl. 13 í Sakskøbing Bådelaug, Maltrup Vænge 38, 4990 Sakskøbing.

 

Vit hava eina rúgvu av føroyskum viðskera bæði av landi og úr sjónum. Eisini er danskur viðskeri og drykkivørur, so her er nógv leskandi.

Aftaná hetta rúgvismikla borðhald er kaffi og køkur.

 

Kostnaður: 250 kr fyri hvønn

Boðið frá til: Ruth 30336222, Ása 21685426, Erhard 29449395, Jórun 29655082, Villi 30915476. E-mail: vilhjalmur@post.tele.dk

Í seinasta lagi 24. juli.

Gestir vælkomnir.

Gjáldið á konto: Regnr. 0693 Kontonr. 0000436208

Mobilpay: 795616 , ella tá tit koma.

Limagjald 2021: Minnist til at gjalda limagjaldið á 100 kr. á Mobilpay: 795616

Annars er at boða frá, at aftaná størri umvæling er Føroyahúsið í Keypmannahavn nú aftur opið.

Sum fyrr umtala verður felagið 50 ár tann 19. november í ár. Tá halda vit rimmar føðingardag og allir limir verða bodnir ókeypis í veitslu.

Vónandi fylkjast allir limir um okkara tiltøk, so vit skjótt síggjast.

Vinarliga nevndin


 

Som pdf:  2021Kæru limir2

Download “Download pdf:” 2021Kaeru-limir2.pdf – Downloadet 37 gange – 59 KB

Total Page Visits: 105 - Today Page Visits: 1