Ein av uppgávunum hjá sendistovuni er at røkja sambondini við føroysk útisetafeløg.
Hesi feløg gera eitt megnar arbeiði at skapa samanhald millum føroyingar í Danmark og samstundis kunna um og birta áhuga fyri Føroyum.
Eitt av hesum feløgum er Føroya Felagið Lolland Falster, og til 50-ára hátíðarhald teirra í fjør, varð sendimaðurin Jóannes V. Hansen boðin at flyta fram røðu.
Í dag vóru umboð fyri felagið til miðmála, har tey eisini vóru kunnað um virksemið og karmarnar hjá sendistovuni.