§ 1. Navn
Navn felagsins er Føroyskt felag á Lollandi og Falster. Stovnað í Nakskov 19. november 1971.
Stovnað í Nakskov 19. november 1971 – Seinast broytt 7. mars 2015
Navn felagsins er Føroyskt felag á Lollandi og Falster. Stovnað í Nakskov 19. november 1971.
Øll, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, kunnu gerast limir í felagnum.
Aðalmál felagsins er at savna limirnar og onnur áhugað til føroyskt tiltøk. Tað er felagsins skylda at kunna um Føroyar og føroyskt viðurskifti.
Aðalfundur verður hildin eina ferð um árið í fyrsta kvartali. Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundinum skal limagjaldið vera goldið.
Aðalfundurin verður lýstur í minsta lagi 14 dagar frammanundan við hesi skrá:
Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár. Maka ár verða 2 limir valdir inn, og støk ár verða 3 limir valdir inn.
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.
Formaður og kassameistari mynda felagið – hvør sær ella í felag.
Kallað verður saman til eykaaðalfundar, tá nevndin heldur hetta vera neyðugt, ella um 10 limir felagsins skrivliga krevja tað. Eykaaðalfundurin verður lýstur á sama hátt sum aðalfundurin.
Nevndin skal longu í desember mánaði senda eina skrá yvir fundir og tiltøk í komandi ári út til allar limirnar.
Felagið kann avtakast, um 2/3 av limunum atkvøða fyri tí á aðalfundi ella eykaaðalfundi. Verður felagið avtikið, fella ognir tess til Føroyahúsið í Keypmannahavn.