Nevndar- og umboðsmannafundur

Frá Føroyahúsið  í Keypmannahavn

Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn, ið hevur til endamáls at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur.
Í Føroyahúsið er fjøllbroytt virksemi innan m.a. list, sang, ráðgeving og skipað verður fyri mongum ymiskum tiltøkum.
Tað er Mentamálaráðið, ið varðar av Føroyahúsinum, sum fær árliga stuðulsjáttan frá landsstýrinum. Skipanin inniber harumframt, at sitandi sendimaður í Keypmannahavn hevur fastan nevndarsess hjá stovninum.
Ein starvsnevnd umsitur dagliga raksturin av húsinum, meðan eitt umboðsráð er ovasti mynduleiki fyri Føroyahúsinum.
Mikudagin í farnu viku var nevndar- og umboðsmannafundur, har Jóannes V. Hansen luttók.
Facebook
flickr
Facebook
Total Page Visits: 1217 - Today Page Visits: 3

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.