Neyðarróp frá Føroyahúsunum í Keypmannahavn
Góðu tit,
Hervið bjóðar Føroyahúsið til fundar týskvøldið 21.11.23 kl. 19.00.
Fundurin snýr seg um størru, árligu tiltøkini í Føroyahúsinum, sum vit øll eru sera fegin um, árliga ólavsøkuhaldið og ræstkjøtaveitslan 2. jólakvøld.
Støðan er hon, at tað er trupult at fáa fólk at starvast til hesi tiltøk. Ikki bert á degnum/kvøldinum, men eisini dagarnar upp til tiltøkini, og hetta merkir, at byrðan, í tí liggur á fáum fólkum gerst ov tung.
Í 2023 er støðan ein onnur í mun til ferðing millum Føroya og Danmarkar enn hon var fyri bert 10 árum síðan, og hetta merkir td., at nógv tey flestu ungu, lesandi, ið starvast í húsinum ikki eru í Dk á jólum og á sumri, og tískil ikki kunnu arbeiða til hesi tiltøk, umframt at tað í dag er ein annar hugburður og hugur at arbeiða sjálvboðið, ið annaras var bróðurparturin av starvsmegini til hesi tiltøk áður.
Fyri at finna haldgóða loysn á trupulleikan hava eg og nevndin tosa um at tað hevði verið sera, sera gott, um vit øll kundu hitst og tosa um hesi viðurskifti, og hvussu trupulleiki best kann loysast.
Td er ein hugsan, at øll feløgini, vinir av húsinum, ólavsøkubólkurin v.fl hjálpa til við at finna fólk í teirra feløgum, ið kunnu geva eina hond nakrar tímar til hesi tiltøk. Um øll hjálpast at við at finna fólk, gongur alt nógv meir smidliigt og lættliga, og tað verður helst nógv lættari at fáa boðini út um at hjálp tørvast.
Vinaliga boða frá innan sunnukvøldið 19.11.23 kl. 18.00 um tú kemur 🙂
Blíðar heilsanir / Venlig hilsen,
Sissal Kampmann
Leiðari / Leder
Føroyahúsið/Det Færøske Hus
Vesterbrogade 17 A
DK-1620 København V
Tlf. +45 28 35 33 07
Henda síðan er víst 47