Sum kanska ikki øll vita, so vóru vit noytt til at skifta Banka her fyri. Jyske bank sum vit høvdu fyrr bleiv for dýrur fyri okkara lítla felag. Tað var líka við at teir skuldu hava alt okkara limagjald fyri at hava eina konto hjá teimum. So vit vóru noytt til at skifta til ein annan Banka.
So nú hava vit fingið konto í Danske bank. Eitt ræðuligt fjas og roks við at skifta banka í dag. Teir skulu hava upplýsingar upp á øll sum sita í nevndina og eitt sindur afturat. Nú vóna vit at tað fer at rigga, tað heila.
Felagi hevur eisini fingið CVR-nummer: 40903771 so nú hava vit eisini fingið mobil pay á sama hátt sum øll onnur feløg hava í Danmark. Tað vil so siga, at nú er tað felagi sum hevur sítt egna mobil nummar til allar gjaldingar frá liminum.
Limagjald/kontingent