Tíðindabræv

Uppá tá

Nýtt frá Føroyahúsinum í KBH


Kunningarskriv:
Føroyahúsið/Det Færøske Hus
Vesterbrogade 17 A
DK-1620 København V

Góðu føroyahúsvinir.

Nú er summarfrítíðin av, og heystið stendur fyri framman. Hetta er ein tíð á árinum, tá veðrið gerst kaldari og vátari og kvøldini gerast myrk og long. Hetta er ein tíð, tá vit vanliga fylkjast í fjálgum stovum og í góðum vina- og familjulagi. Hetta er eisini ein árstíð, tá vit føroyingar dansa føroyskan dans, syngja í kóri, halda jólaveitslur við meira. Hesa árstíðina er eisini vanligt, at vit hittast í Føroyahúsunum til tónleikaframførslur, borðhald, jólabasar og mangt annað, men tíverri eru sannlíkindi fyri, at hetta ikki verður møguligt enn, tí í skrivandi løtu meta vit ikki, vit við vissu kunnu seta ein ávísan dato fyri, nær húsið letur upp aftur.

Føroyahúsið hevur sum tykkum kunnugt ikki latið dyrnar upp aftur eftir umfatandi umvælingarnar, ið byrjaðu í 2018, og sum eftir ætlan skuldu verða lidnar á sumri 2019.

Orsøkirnar til, at húsið ikki er latið upp aftur sum ætlað, eru fleiri.

Høvuðsorsøkin er framvegis væntandi loyvini frá brunamyndugleikunum.

Vit hava sett upp eina ávaringarskipan, ið verður virkin á báðum hæddum, um eldur skuldi komið í húsið.

Tíverri hevur Keypmannahavnar Kommuna og brunamyndugleikunum hert krøvini enn meira, enn tey upprunalig vóru, og krevja m.a. eitt ljós úti á Vesterbrogade, so brandbilar og løgregla frá gøtuni sær, hvar eldsbrunin er.

Ljósið á Føroyahúsunum inni í garðinum sæst ikki úti á vegnum. Støðan í skrivandi løtu er hon, at størsta avbjóðingin í hesum sambandi er at leggja leidningar undir jørð millum ljósið á Vesterbrogade og ávaringarskipanina inni í húsinum. Harumframt eru trupulleikar við lyftini til rørslutarnað umframt, at rýmingarleiðirnar í garðinum, ið venda oman móti Istedgade, tíverri ikki eru góðkendar enn.

Týsdagin 22.09.20 varð fundur hildin við elfelagið, Alpin-el, ið fremur ávaringarskipanarbeiðið. Við á fundinum vóru m.a. arkitektur og verkleiðari av umvælingararbeiðinum, Jóannes Petersen, Martin K. Mouritsen, nevndarformaður í Føroyahúsunum, Filip Jónson Eliasen, nevndarlimur og verkfrøðingur, knýttur at byggiverkætlanini og leiðarin Sissal Kampmann. Fundurin gekk væl, og arbeitt verður av øllum alvi fyri at finna ein skjóta, góða og bíliga loysn.

Eisini hevur verið fundur verið við løgfrøðingar og onnur, ið vara av húsinum, har vit greiddu teimum frá teimum trupulleikum og avbjóðingum, vit hava í mun til loyvi fyri at lata húsið upp aftur v.m.

Nevndarfundur var hildin mikukvøldið 23.09.20, har ætlanir vóru lagdar fyri, hvussu nevndin og leiðarin á best møguligan hátt kunnu vera viðvirkandi til at væntandi loyvini koma í hús.

Húsið rúmar so nógvum ymiskum, fjølbroyttum feløgum, tiltøkum, útleigan av ymiskum slagi, skeiðvirksemi osfr., umframt at vit eisini eru bæði tónleika- og matstøð, og tí eru sera nógv og ymisk krøv, ið skulu lúkast, og nógv viðurskifti, atlit skulu takast til í mun til uppafturlatingina,

Umframt loyvistrupulleikunum, eru vit framhaldandi tarnað av koronu.

Tískil er heldur ikki gjørligt at siga, hvussu vit sleppa at nýta húsið, tá loyvini eru komin undir land. Vit hava valt ikki at bókað tiltøk enn, heldur ikki inn í 2021 av somu orsøk. Tá støðan við koronu er vorðin støðugari, ber til at meta um, og svara uppá, hvussu stór tiltøk, vit eru før fyri at halda, og hvørji atlit skulu takast, og hvørjar treytir skulu lúkast.

Men fyrst og fremst snýr tað seg um at fáa væntandi loyvini í hús, og síðan taka koronastøðuna upp, so vit aftur sleppa inn í okkara sárt saknaða Føroyahús, ið vit eru fullgreið yvir er ein týdningarmikil staður fyri so mong av okkum.

Vit vóna, at tit skilja støðuna, ið er íkomin, og um tit hava spurningar eru tit sjálvsagt meir enn vælkomin at ringja til leiðaran, Sissal Kampmann á 28 35 33 07 ella skriva til okkara á Info@fohus.dk. Til ber at fylgja við í gongdini á facebookvanga og heimasíðu okkara.

Blíðar heilsur,

Leiðarin og starvsnevndin

Blíðar heilsanir / Venlig hilsen,

Sissal Kampmann

Leiðari / Leder

——————————————

Føroyahúsið/Det Færøske Hus

Vesterbrogade 17 A

DK-1620 København V

Tlf. +45 28 35 33 07

www.fohus.dk
info@fohus.dk

https://www.fohus.dk/da/organisationer/

Facebook
Total Page Visits: 562 - Today Page Visits: 2

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Vitjandi per dag

  • 36Dette indlæg:
  • 17982Antal besøgende i alt:
  • 17Besøgende i dag:
  • 32Besøgende per dag:
  • 0Besøgende online lige nu:

Seneste indlæg

Arkiv

Komandi tiltøk

På Askø

Nyhedskalender

februar 2021
M Ti O To F L S
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728