Skrá fyri 2019

 

Føroyskt felag

á Lollandi og Falster

2019

 

 

ðu tit øll!

Nevndin hevur gjørt hesa skrá fyri 2019.

Ræstkjøtaveitsla:

Leygardagin tann 30. mars hava vit ræstkjøtaveitslu í Tambourgården í Sakskøbing.

Borðreitt verður við ræstari súpan, røstum kjøti og eplum og omaná fáa vit kaffi og lagkøku.

Aftaná borðhaldi spæla vit banko. Kostnaður verður 350 kr. fyri hvønn fyri mat og drekkivørur.

Veitslan byrjar kl. 13 og boðið frá til ein av nevndini í seinasta lagi 25. mars.


Flagghald:

Føroyska flaggið, Merkið, fyllir 100 ár í ár.

Í samband við føðingardagin fara vit at hava flagghald í Sakskøbing tann 17. august kl. 14.

Hesaferð úti í bátafelagnum í Maltrup Vænge, har føroyski presturin Borgny Brünings-Hansen hevur gudstænastu saman við okkum.

Tit fáa meira at vita um tiltakið seinni.


Jólahald:

Leygardagin tann 30. november hava vit jólaborð í Sakskøbing. Aftur í ár við føroyskum viðskera.

Tit fáa seinni boð um, hvat vit skulu eta og hvat tað kostar.

Boðið frá í seinasta lagi 25. november.

Aðalfundur: 25. januar 2020 verður aðalfundur í Sakskøbing. Aftaná aðalfundin fáa vit knettir og knettisúpan.

Stað: Tambourgården í Sakskøbing finnur tú á: P. Hansensvej 10, 4990 Sakskøbing

Heimasíðan: http://fflolland.dk


Limagjald: Minnist til at gjalda limagjald fyri 2019.

Skal helst vera goldið innan aðalfundin.

Tað er framvegis 100 kr. fyri hvønn.

Regnr. 0693 Kontonr. 0000436208 ella Mobilpay: 29655082


Tilmelding:

Ruth 30336222

Ása 21685426

Erhard 29449395

Jórun 29655082

Villi 30915476.

E-mail: vilhjalmur@post.tele.dk

Vinarliga nevndin.

Download “2019-skrá828.pdf” 2019-skrá828.pdf – Downloadet 19 gange – 43 KB

Total Page Visits: 102 - Today Page Visits: 3