nor

Tey ungu leggja einki í føroyskan mat

Føroyingar eta nógv innflutt neyta- og svínakjøt, men minni og minni av fiski. Tað vísir stóra fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?”, sum varð gjørd í 2019.

Kanningin vísir eisini, at tey ungu leggja ógvuliga lítið í føroyskan mat.

Magni Mohr er formaður í Fólkaheilsuráðnum. Magni Mohr heldur, at kanska hava vit ikki dugað nóg væl at tillaga føroyska matin til nýggja ættarliðið.

Spurningurin er so, um tað, vit kalla siðvandur føroyskur matur, hevur eina framtíð.

Kanningin vísir eisini, at tað serliga eru kvinnur í aldursbólkinum 30-44 ár, sum eta køkur, og at menn í aldursbólkinum 18-29 ár drekka nógv oftari orkudrykkir enn aðrir føroyingar.

Øll greiningin kann síggjast á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum – folkaheilsa.fo

Facebook
Total Page Visits: 669 - Today Page Visits: 1

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.