Um okkum

Góðu landsmenn.

Á fundi í Nakskov 19. november 1971 varð viðtikið at stovna eitt føroyskt felag fyri Lolland og Falster.
Tað vóru 22 fólk møtt á fundi, og fleiri høvdu givið tilsøgn um at vera við, um felagið skuldi verið veruleiki.

Vit vænta tí at blíva eini 40 limir, og tá vit hava fingið boð frá okkum til allar teir føroyingar, vit enn ikki vita um, skuldi tað verið góðar vánir fyri, at vit kunnu verða fleiri.
Á fundinum var ymiskt havt á mál, sum felagið kundi taka sær av, eitthvørt skemt ella álvara.

Í fyrstu syftu var hildið, at felagið skuldi gera nakað burturúr tí skemtiliga partinum, og varð tí samtykt at halda eina veitslu longu 11. desember.

Nevnd var vald, og komu hesi í nevndina:

Ragnar Johansen, formaður
Hervør Jensen, næstformaður
Regin Abrahamsen, kassameistari
Dagmar Petersen,
Hanna Dalsgaard,
Tiltakslimir:
Hans A. Hansen,
Ásmundur Midjord,
Granskoðarar:
Solveig Niclasen,
Jógvan Petersen.

Tað er okkara vón, at felagið kann vera til hugna fyri allar føroyingar búsitandi á Lollandi og Falster.
Eisini vóna vit, at so nógv sum gjørligt vilja stuðla felagið við at gera limir tess.

Vita tygum um føroyingar, búsitandi her um leiðir, og sum kundu hugsa sær at gjørst limir í felagnum, kunnu teir bert siga frá til:
Ragnar Johansen, Varkausvej 3, 4900 Nakskov, ella ringja til Hervør Jensen, (03)923068.

Vit vóna, at felagið kann hava livilíkindi og verða til gleði og gagns fyri okkum útisetar her í sunnari parti av Danmark.

Heilsan Ragnar Johansen

Total Page Visits: 118 - Today Page Visits: 1