Nevndarfundur tann 09/7-2023:

Nevndarfundur tann 09/7-2023:

Luttakarar:

Villi Hansen

Erhard Olsen

Fríðrikur Henriksen

Jórun Joensen

Ruth Joensen

Fundarboð og skrá

Fundaboð og skráin var sent út rættstundis og tískil var fundurin avrikin lógligani. Skráin bleiv viðtikin á fundinum.

Fundarstað og fundartíð

Fundurin var hildin heima hjá Ruth Joensen í Sakskøbing. Fundurin byrjaði kl. 10:00 og endaði kl. 13:00

Skráin:

Skráin sum var viðtikin fundin.

  • Góðkenning av seinasta referat
  • Formaðurin
  • Kássameistari
  • Ólavsøku í Føroyahúsinum
  • Femern túr
  • Jólaborðhald
  • Ræst kjøt og ræstkjøtaveitsla
  • Annað

Góðkenning av seinasta referat

Referatið er einmælt viðtikið

Formaðurin

CVR:
Formaðurin hevur sent út skriv viðv. CVR. Orsøkin er tann, at virk.dk ikki góðtók tað langa navnið felagsins og tískil hevur formaðurin broytt navnið til Føroyskt felag á LF.

Fund:

Á seinasti fundi var viðtikið at halda efterfylgjandi fund stutt aftaná. Tað bleiv á hesum fundi viðtikið at halda fund umleið einaferð annað hvønn mánaðin. Orsøkin er tann at felagið hevur eitt mál um at seta fleiri tiltøk í verk í ár og næsta ár, og tískil er tað tørvur á fleiri fundir fyri at fylgja upp á tiltøkini. Hetta bleiv einmælt viðtikið.

Kassameistarin

Status:

Inntil víðari er tað komin 21 limagjøld inn á bók í ár. Felgaið hevur tann 9. juli 2023 23.435,98 DKK á bók.

MobilePay:

Tað kostar umleið 1.200,00 DKK um árið at hava MobilePay. Jórun og Fríðrikur kanna møguleikan fyri eina bíligari loysn. Jórun og Fríðrikur fylgja upp í august.

Ólavsøku í Føroyahúsinum

Aftur í ár verur Ólavsøka hildin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Nevndin kunna liminar um Ólavsøkuhaldið á felagsins facebook og heimasíðuna. Fríðrikur syrgir fyri skriv til Facebook og heimasíðina. Erhard syrgir fyri at fáa uppdatera facebook og heimasíðuna við skrivi frá Fríðrikki.

Femern túr

Á seinasta fundi bleiv viðtikið at skipa fyri eina útferð fyri limir felagsins. Upprunaliga bleiv tosa um at vitja byggjaríi av antin Storstømsbroen eller Femern ein leygardag. Villi hevur veri í samband við fólki frá bæði byggjaríðini. Storestrøms byggjaríði er ikki opið fyri gestir, og so statt bleiv er tað viðtikið at arbeiða víðari ætlaina um at vitja Femern. Femern er ikki opin leygardagar, og tískil hevur nevndin avgjørt at skipa fyri vitjan mikudagin tann 16. august kl 15:00. Villi sendir innbjóðing út til limir. Erhard leggur innbjóðing út á facebook og á heimasíðuna.

Tiltakið er gratis, men matur og drykkjuvørur skal tann einstakið limur sjálvur gjalda fyri.

Jólaborðhald

Týskland:

Í samband við jólaborðhaldið fer nevndin til Týsklands at keypa inn. Tað bleiv viðtikið at nevndin fer til Týsklands leygardagin tann 18. novembur. Nevndin møtist á Rødby Havn kl. 09:45.

Jólaborðhaldið:

Høli (Sejlklubben í Sakskøbing) er bóka til tann 25. novembur. Á seinasta fundi bleiv skotið upp at kanna um Hallur Joensen kundi undrihalda til jólaborðhaldið. Prísurin fyri Hallur Joensen við keybordspælari er 6.000,00 DKK. Nevndin hevur einmælt viðtikið at bóka Hallur Joensen við keyboardspælara til jólaborðhaldið.

Matur:

Ruth tekur sær av at gera lista yvir mat sum skal bíleggjast.

Prísur:

Tað bleiv skoti upp at kostnaðurin fyri hvønn lim skuldi vera 300,00 DKK. Tað bleiv skoti upp at kostnaðurin fyri hvønn ikki-limir skuldi vera 400,00 DKK. Prísurin bleiv einmælt viðtikin av nevndini.

Ræst kjøt og ræstkjøtaveitsla

Keyp av røstum kjøtið

Villi setur seg í samband við Føroyahúsið í Keypmannahavn, fyri at hoyra um tað ber til at keypa ræst kjøt frá teimum. Nevndin kannar eisini arðar møguleikar fyri at keypa ræst kjøt. Nevndin hevur avgjørt at venda hetta á næsta fund.

Ræstkjøtaveitslan

Nevndin bleiv einig um at skipa fyri ræstkjøtaveitsla í januar 2024. Av tí at tað áður hevur veri torført at finna høli til at halda veitsluna, bleiv nevndin einig um at veitslan kundi haldast heima hjá Fríðrikki í Nykøbing Falster. Nevndin vil kanna møguleikan at fáa ræstkjøt úr Føroyum til Danmarkar.

Tað bleiv einmælt viðtikið at halda ræstkjøtaveitsla tann 27. januar 2024 heima hjá Fríðrikki.

Annað

Árstjól

Villi updaterar ártjólið við komandi tiltøk. Erhard leggur tað upp á Facebook og heimasíðuna

Næstu fundu

Næstu fundur verur tann 2. Septembur kl. 10:00 – 12:00 heima hjá Villa.