Sparingar skulu gerast fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga, men stuðulin til skipasmíð heldur fram óbroyttur. Johnny í Grótinum heldur tað ikki vera skilagott.
Ferjulegan á Syðradali er ov trong. Teistin skal avloysa Sam, men avbjóðingar hava verið við ferjuleguni og nýggju rampuni á Syðradali, sum var gjørd til Teistan í summar.
Vindmyllurnar í Klivaløkshaga á Sandoynni vera í minsta lagi eitt ár seinkaðar, kanska meira enn tað. Hetta er sera óheppið, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í SEV